Innanlands

3.500 fleiri løntakarar eftir fimm árum

Talið av løntakarum er vaksið við 15 %

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-02-22 07:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Síðstu fimm árini er talið av løntakarum vaksið við 3.500 ella 15%. Tað vísa hagtøl hjá Hagstovu Føroya.

[object Object]

Vøkstur í løntakaratalinum í øllum sýslum 
Løntakaratalið er vaksið í øllum sýslum síðani 2013, men gongdin kring landið hevur verið ymisk. Í tali er størsti vøksturin av løntakarum har, ið eisini tann størsti vøksturin hevur verið í fólkatalinum, í Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Vága sýslum – t.v.s. tær Føroyar, ið eru knýttar saman í einum samanhangandi infrakervi. Men eisini sunnanfjørðs, í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er vøkstur í løntakaratalinum, hóast hesar báðar sýslur hava afturgongd í fólkatalinum.

Viðmerkjast skal, at bæði tal av løntakarum og fólkatal er í aldursbólkunum 16 til og við 74 ár.

Lutfalsliga er vøksturin í hesum tíðarskeiðnum størstur í Vága Sýsla við 19,4%. Síðan kemur Norðoya Sýsla við 17,8%, Eysturoyar Sýsla við 17,2% og Streymoyar sýsla við 15,1%. Í Sandoyar Sýslu er løntakaratalið vaksið við 13,5% og í Suðuroy 4,7%.

Streymoyar sýsla eigur lítlan helming av øllum løntakarunum í Føroyum við 48,3%, meðan Eysturoyar sýsla hevur góð 23,1%.

[object Object]

4,4% av løntakarafjøldini hava annan enn danskan ríkisborgaraskap
Løntakarar við øðrum enn donskum ríkisborgaraskapi við bústaði í Føroyum er vaksið við 55% í hesum tíðarskeiðnum. Tá vóru hesi 2,5% av løntakaraskaranum og telja í dag 4,4%. Tað er serliga talið av løntakarum við ríkisborgaraskapi uttanfyri Norðurlond, sum er vaksið hesi árini. Lutfalsliga eru flestu útlendsku løntakararnir at finna í húsarhaldstænastum, ið m.a. fevna um reingerð, ruskinnsavnan, hárfríðkan, vakurleikarøkt og venjingarmiðstøðir. Síðan í fiskavøruídnaði og gistihús- og matstovuvirki. 

Hetta eru tó broytingar í bólkum, sum vóru og framvegis eru ein sera lítil partur av samlaðu løntakarafjøldini í Føroyum. Framvegis er tað soleiðis, at tætt við 9 av 10 av øllum løntakarum eru fødd í Føroyum. Roknað eftir ríkisborgaraskapi eru umframt tey 86%, sum eru fødd í Føroyum, onnur 9% við donskum ríkisborgaraskapi. Roknast kann við, at nógv av hesum eru fødd av føroyskum foreldrum uttanlands, og síðani flutt aftur til Føroya. Tað benda tølini um tilflyting á.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder