
Í mai var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent - 0,1 prosent lægri samanborið við mai í fjør.
Talið á persónum, sum vórðu raktir av arbeiðsloysi í mai var 354, sum eru 15 fleiri enn sama mánað árið fyri. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svarar hetta til 286 fulltíðararebiðsleys, sum eru 11 færri enn árið fyri, skrivar Hagstovan.
Í mai vóru 132 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Tað eru 15 færri samanborið við í fjør, og svarar tað til 105 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur - eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent, sum er 0,2 prosentstig lægri samanborið við mai í fjør.
Talið á monnum, sum vóru raktir av arbeiðsloysi í mai var 222 - eitt arbeiðsloysi á 1,1 prosent. Tað eru 30 fleiri - ella 0,1 prosentstig hægri - enn í mai í fjør og svarar til 181 fulltíðararbeiðsleysar menn.
Av teimum, sum vóru arbeiðsleysir í mai vóru 46 persónar langtíðararbeiðsleysir. Hetta merkir, at tey hava verið arbeiðsleys longur enn eitt ár. Í mun til sama mánað í fjør vóru 12 fleiri persónar langtíðararbeiðsleysir, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald