- Eg eri i fegin um, at 63 prosent av okkara veljarum sambært veljarakanningini ynskja størri sjálvræði.
Hetta staðfestir formaðurin í Fólkaflokkinum fyri Portalinum í dag. Vit spurdu Beinir Johannesen um, hvat hann leggur í tað, at 37 prosent av teimum, sum siga seg velja Fólkaflokkin, vilja varðveita somu støðu í ríkinum.
Hetta talið er frá veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri FM1 og Portalin, og í sambandi við spurningin um størri sjálvræði ella ikki.
Sí eisini: Tveir triðingar ynskja størri sjálvræði
Formaðurin í Fólkaflokkinum velur fyrst og fremst at síggja hina síðuna - at nærum yvir 60 prosent eru fyri broytingum. Og veruligar broytingar eru tað, sum Fólkaflokkurin í løtuni fer eftir saman við samgonguflokkunum.
- Hendan veljarakanningin vísir so eisini, at tað er ein meiriluti av okkara veljarum, ið ynskir størri sjálvræði. Hetta er tað, vit eisini ynskja við einum broyttum felagsskapi við Danmark. Tað er rætti vegurin at fara fyri Føroyar.
Sí eisini: Løgmaður vónar at fara undir samráðingar við donsku stjórnina í hesum valskeiðnum
- Støðan hjá Grønlandi ávirkar sjálvsagt føroyingar
Men tá Fólkaflokkurin so greitt ynskir broytingar í felagsskapinum, hví er tað so, at so nógvir av veljarum floksins vilja ta øvuta?
Beinir Johannesen vísir á, at talan er um løtumynd, og at trýstið á Grønland og ríkisfelagskapin frá USA eisini ger mun. Tískil kemur hetta ikki óvart á.
- Veljarakanningar eru oftani løtumyndir. Tí kemur tað ikki óvart á, at tað í løtuni eru 37 prosent, ið ynskja somu støðu - tá hugsað verður um støðuni viðvíkjandi Grønlandi, ið hevur fylt nógv seinastu tíðina. Tað trýstið, ið Grønland hevur verið undir, ávirkar sjálvsagt eisini føroyingar.
Nú Fólkaflokkurin stendur til at fáa 13 tingfólk í nýggjastu kanningini, eru fleiri veljarar sjálvsagt farnir til Fólkaflokkin, sum áður hava atkvøtt fyri øðrum flokkum.
Beinir Johannesen ásannar fyri Portalinum, at hetta eisini kann hava sína ávirkan - at fleiri av "nýggju veljarunum" kunnu hava aðrar tankar um ríkisfelagskapin og kósina, enn tí sum Fólkaflokkurin hevur nú.
Sí eisini: Fimti hvør javnaðarveljari er í iva
Beinir: Kann ugga Javnaðarflokkin við at tað ber til at venda gongdini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald