Ársúrslitið hjá Betri Trygging í 2018 vísti eitt avlop á 28,2 milliónir krónur eftir skatt. Árið 2018 varð merkt av stórum afturføringum í einstøkum skaðum.
Í alt vóru 10.800 skaðar í 2018, og er hetta á leið sama tal av skaðahendingum sum í 2017. Tó var eingin stór einstøk skaðahending í 2018 samanborið við 2017, tá eldur kom í stóra virkisbygningin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Solvensurin hjá felagnum hækkaði úr 8,61 prosent í 9,98 prosent, sum er tekin um eitt sunt og sterkt felag.
- Hvørt ár er ymiskt, og vit vita ongantíð frammanundan, hvussu nógvir skaðar koma. Vit mugu vera fyrireikað og vera ein tryggur skansi, tá á stendur, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.
Í Betri Trygging verður stórur dentur lagdur á at fyribyrgja skaðar. Vit uppliva økta tilvitan hjá okkara kundum um fyribyrging og ein broyttan hugburð til at ansa væl eftir sínum virðum.
- Vit royna hvørt ár at vísa á, hvussu føroyingar kunnu koma sær undan skaðum, og hvør fyribyrgdur skaði er ein sigur fyri allar partar, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Árið í stuttum:
- Ársúrslit: 28,2 mió.kr.
- Tryggingargjøld: 368,5 mió.kr.
- Útgoldnar veitingar: 373,5 mió.kr.
- Solvensur: 9,98%
- Eginogn: 595,8 mió.kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald