38 umsóknir komu inn um menningarkvotu í ár. Tað eru tvær færri umsóknir enn í fjør, tá talan var um 40 umsóknir.
Innlit verður, eins og í fjør, ikki latið um, hvør hevur søkt, meðan umsóknirnar um menningarkvotu verða viðgjørdar.
Les eisini: Metingarnevndin at viðgera menningarkvotur 2019 sett
Tøka nøgdin av menningarkvotu at søkja um í 2019 var:
- 11.711 tons av svartkjafti
 - 3.159 tons av makreli
 - 4.695 tons av norðhavssild
 
Freistin at søkja var hósdagin 28. februar 2019 kl. 15.00.
Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ¼ av tonsunum latast fyri 1 ár.
Í fjør fingu hesi menningarkvotu tillutaða:
| 
 Umsøkjari  | 
 Øki  | 
 Svartkj.  | 
 Makrel  | 
 Sild  | 
 Ár  | 
| 
 Vestmanna Fiskavirki  | 
 Norðstreym  | 
 12.970  | 
 2.002  | 
 1.593  | 
 4  | 
| 
 P/F Skip / Snarfrost  | 
 Vágar  | 
 10.400  | 
 2.002  | 
 1.593  | 
 4  | 
| 
 Sp/f Sjógæti  | 
 Norðureysturoy/ Norðstreym  | 
 0  | 
 900  | 
 540  | 
 4  | 
| 
 Rock Trawldoors  | 
 Suðuroy  | 
 1.360  | 
 0  | 
 0  | 
 2  | 
| 
 Vørustíggjur 
  | 
 Sandoy  | 
 0  | 
 1.171  | 
 900  | 
 1  | 
| 
 Delta Seafood 
  | 
 Suðuroy  | 
 0  | 
 900  | 
 873  | 
 1  | 
| 
 P/F Jókin 
  | 
 Suðuroy  | 
 8.800  | 
 0  | 
 0  | 
 1  | 
| 
 Kósin Seafood & Næraberg  | 
 Norðoyggjar/ Suðuroy  | 
 0  | 
 0  | 
 360  | 
 1  | 
| 
 Steintór og TG Fish  | 
 Suðuroy  | 
 0  | 
 900  | 
 900  | 
 1  | 
| 
 Samanlagt  | 
 
  | 
 33.530  | 
 7.875  | 
 6.759  | 
 
  | 
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald