
Í Danmark hevur ein 39 ára gamal maður fingið viðgerðardóm fyri m.a. at hava hótt Margretu drotning eftir lívinum, skriva danskir miðlar, m.a. TV2.
– Eg havi eina flís í heilanum, sum er stýrd av yvirgangsfólki, og eg havi fingið til uppgávu at beina fyri drotningini og síðani mær sjálvum, segði hann, tá hann ringdi til Amalienborg 10. februar í 2023.
Skrivarin, sum sat í hinum endanum ringdi beinanvegin til løgregluna.
Maðurin er eisini dømdur fyri onnur lógarbrot í sambandi við somu hending.
Í rættinum í Roskilde varð úrslitið av einari mentalkanning lisin upp, og staðfest varð, at maðurin hevur eina sálarsjúku og er tí ikki egnaður til at fáa vanliga fongsulsrevsing. Dómurin er í óásetta tíð, og verður hann fyrst leyslatin aftur, tá læknar meta, at hann ikki longur fer at fremja nýggj lógarbrot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald