Innanlands

Fýra vilja verða prestur í Hoyvík og Kaldbak

Ætlanin er at innstilla komandi sóknarprestin innan tríggjar vikur

2019-03-20 18:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mánað játtan til eitt embæti afturat. Ein sóknarprestur er í prestagjaldinum. Kirkjuligi myndugleikin metti, at neyðugt var við einum embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur umleið 4.500 fólk. 

Embætið varð lýst leyst at søkja, og á middegi í dag, hin 20. januar 2019, var umsóknarfreistin úti. 

4 umsøkjarar eru til kallið, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

Ætlanin er at innstilla komandi sóknarprestin innan tríggjar vikur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder