Vágs Kommuna arbeiðir áhaldandi við ferðslutrygd og viðurskiftum í ferðsluni, og frá mándegnum 16. januar, verður hámarksferðin broytt á Marknoyarvegi og Vágsvegi.
Arbeiðið hevur verið fyri í ferðslunevndini, teknisku nevnd og umhvørvisnevndini, og síðani hevur Vágs Býráð samtykt, at hámarkið eftir Marknoyarvegi og Vágsvegi verður 40 km/t – 40 km/t sona, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.
Burturúr arbeiðnum hjá kommununi at bøta um ferðsluviðurksiftini kann eisini nevnast rundkoyring á Vágsvegi, har Vágsvegur, Toftavegur og Marknoyarvegur møtast, fleiri parkeringspláss á Vágsvegi og Toftavegi, og parkeringsforboð á ávísum strekkjum, á áðurnevndu vegum.
Broytta hámarksferðin á Marknoyarvegi og Vágsvegi fer, sum áður nevnt, í gildi mánadagin 16. januar. Arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu hava skeltað og verða hesi skeltir sjónlig frá mánadegnum. Heitt verður á bilførarar um, at leggja nýggju hámarksferðina í geyma, skrivar Vágs kommuna.
Broytta hámarksferðin á 40 km/t er eisini galdandi við Vágs skúla. Áður hevur tað verið hámark á 30 km/t, men nú verður loyvt at koyra upp til 40 km/t eftir Vágsvegi framvið Vágs skúla, men kommunan heitir á bilførarar um at ansa eftir skúlabørnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald