Innanlands

40 mál til viðgerðar í kvøld

Tórshavnar býráð hevur nokk at viðgera í kvøld

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-20 11:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað eru umleið 40 mál til viðgerðar á býráðsfundinum, sum verður í býráðssalinum í kvøld kl 18. 

Talan er t.d. um mál um bátahyl í Kaldbaksbotni, flyting av valstaði á Argjum, integratiónssamskipan, golf, Klippfisk, listaráð, kommunulæknaviðtalur, skógfriðing, verkætlanir í bygdunum, ljósregulering, byggiloyvi í Nólsoy, útstykkingar, Gamlarætt og mangt annað, skrivar kommunan.

Fundurin er almennur og byrjar kl 18. Fundurin verður stroymdur beinleiðis og kann síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder