Innanlands

40 metrar sprongdir í farnu viku

Nú eru sprongdir 8915 metrar í Eysturoyartunlinum

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto

2019-01-07 19:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðið í Eysturoyartunlinum er nú byrja aftur aftaná jólafrítíðina. Boriliðini arbeiddi partivíst í farnu viku, og sprongdar vóru 40 metrar. Nú eru sprongdir 8.915 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Í farnu viku vóru 23 metrar sprongdir á Hvítanesi, og í alt eru nú sprongdir 4.285 metrar frá Streymoyarlandinum.

Einki var sprong av sjálvum tunlinumfrá rundkoyringini og móti Hvítanesi. Sprongt hevur verið fyri einum pumpubrunni.

Í seinastu viku vóru sprongdir 17 metrar frá rundkoyringini móti Rókini. Har eru í alt sprongdir 1.451 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder