Leygardagin seinnapartin lat nýggja gallaríið Williamsstova upp í hjartanum í Havn. Í Niels Finsens Gøtu millum Myndlist og Marjun Heimá.
Arbeitt hevur verið fram ímóti at seta saman eina áhugaverda og fjølbroytta listaframsýning, sum umboðar føroyska samtíðarlist. Á framsýningini córu verk eftir Mikines, Ingálv av Reyni, Frimod Joensen, Steffan Danielsen, Torbjørn Olsen, Jóannis Kristiansen, Hansinu Iversen og øðrum til keyps.
Fyriskipararnir siga, at undir tøkan var sera góð og at tilsamans 400 fólk vóru á gátt hendan dagin, og til tíðir var bíðirøð heilt út í tún.
Williamsstova er nýtt framsýningarhøli, sum gevur listafólki eitt pláss mitt í hjartanum í býnum til at vísa fram sína list. Williamsstova er ætlað myndlistafólki at brúka til skeiðsvirksemi, verkstovur og eisini til framsýningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald