Innanlands

41 fyritøkur bíða eftir 31 milliónum frá Landsverki

Rokningar heilt aftur til 2015 ógoldnar

Glasir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Glasir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-22 18:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tilsamans er talan um 30,9 milliónir, sum liggja ógoldnar hjá Landsverki í sambandi við byggigøluna Glasir.

Summar av rokningumum hava ligið síðani 2015. Leiðslan og fíggjardeildin á Landsverki hava verið vitandi um støðuna, men hava ikki kunnað Mentamálaráðið um hetta, visti útvarpið í kvøld.

Ikki fyrr enn tann 4. januar í ár fekk mentamálaráðið at vita, at rokningar heilt aftur til 2015 liggja óváttaðar í skipanini hjá Landsverki. Orsøkin var at fleiri deildarleiðarar á Landsverki, sum ikki høvdu góðkent rokningar, og tí lógu tær ógoldnar, upplýsti Árant Andriasson á einum fundi.

Tað vísir innlit í eitt fundarreferat,  sum Kringvarpið hevur fingið.

Millum annað er talan um rokningar fyri 7,3 milliónir til MT Højgaard, 4,2 milliónir til Húsavarðatænastuna og 3,9 milliónir til Bjarke Ingels Group. Tilsamans er talan um 41 fyritøkur, sum Landsverk tilsaman skal rinda knappar 31 milliónir til.

Málið hevur fingið avleiðingar fyri Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, sum varð koyrdur til hús fyri jól, og Rigmor Dam, sum í gjár legði frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder