Tað hevur undrað fleiri, at eitt nógv spældu løgunum seinastu mánaðirnar, “Tað kundi verið eg”, sum næmingar úr skúlanum á Skúlatrøð framføra, ikki er millum teir 36 sangirnar, sum eru í uppskoti til ársins føroyska útvarpshitt 2020.
Tað at tað er ein skúli, sum hevur luttikið í hesum sanginum, kann skeikla kappingina, sigur Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í Kringvarpinum.
Ein av teimum sum undrast er tónleikarin í Klaksvík, Erik Biskopstø, sum hevur skriva eina støðudagføring um hetta á Facebook.
Í tráðnum eru onnur, sum eisini hava lagt merki, at væl umtókti sangurin ikki er í uppskoti. Í hesum sama tráði greiðir tónleikasamskiparin frá, hví sangurin ikki er við í kappingini.
- Orsøkin til, at hann ikki er við á listanum "Ársins útvarpshitt" er, at hann hevur havt fullkomuliga øðrvísi fortreytir enn teir sangir, sum føroyskir tónleikarar góvu út og sendu útvarpinum í fjør. Vit meta, at tað lættliga kundi skeiklað kappingina, um ein av størstu skúlunum í landinum luttók við einum sangi og eisini var við í sjálvari atkvøðugreiðsluni. Skúlin hevði, við sínum fleiri hundrað næmingum, lættliga og ómakaleyst kunnu atkvøtt sigurin heim uttan hjálp frá nøkrum øðrum, siur Eyðfinn Jensen.
Hann sigur, at sangurin er væl dámdur og verður ofta spældur av teimum somu starvsfólkunum í Kringvarpinum sum standa fyri kappingini.
- Vit meta bara ikki, at tað vildi verið rættvíst yvirfyri føroyskum tónleikarum, at havt sangin við í júst hesum høpi, sigur Eyðfinn Jensen, sum ger greitt hetta er nakað tey fara at eftirmeta til næsta ár.
Sangurin var framførdur til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi í november.
Rætting 2. mars 10:14: Áður stóð, at ársins útvarpshitt er partur av FMA - føroysku tónlistavirðislønunum. Hetta er ikki rætt hóast Kringvarpið, sum eisini er partur og sendir FMA, eisini er millum fyriskipararnar av føroysku tónlistavirðislønunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald