Mentan

42 og ein hálvan sang úr Føroya Fólks út í eitt

Nólsoyingar skipa fyri sangmaraton leygardagin

Leif Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Leif Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-22 12:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin verður skipað fyri einum øðrvísi tiltaki í Nólsoy.

Tey kalla tað sangmaraton, og avbjóðingin snýr seg um at syngja 42 og ein hálvan sang úr Sangbók Føroya Fólks út í eitt.

Tiltakið verður hildið í missiónshúsinum í Nólsoy, og tiltakið byrjar klokkan 16.30.

Tað er royndi kórleiðarin Leif Hansen, sum er stigtakari til tiltakið, ið er alment. Møguligt er hjá avbygdafólki at koma út til Nólsoyar við Jósupi, sum fer av Havnini kl. 16.30 og siglir innaftur klokkan 19.25 og 22.25.

Væntandi fer tað at taka góðar tríggjar tímar at taka marathon teinin í sangi, stendur í innbjóðingini.

Hetta slag av tiltøkum er ikki ókent í familjuni, um ein so kann siga. Kona Leif Hansen, Anne Mette Greve Klemensen skipaði í 2018 fyri einum sálmamaraton, har sungnir vóru 42,5 sálmar í Fuglafjarðar kirkju, har hon tá var prestur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder