2020-06-14 16:09
- Stóri fólkavøksturin í høvuðsstaðnum krevur áhaldandi útstykkingar. Í mai var vøksturin 2,3% í høvuðsstaðnum og fólkatalið er komið uppá 22.144, sum er met
Hetta skrivaði Tórshavnar kommuna í samband við, at 150 nýggjar búeindir skulu skjótt gerast á Stórubrekku.
Sambært Hagstovu Føroya var fólkatalið í Føroyum fyrst í mai komið uppá 52.484 fólk. 22.144 er 42,2 prosent av tí.
Samlaða fólkatalið í Føroyum er nú helst nakað hægri.
Les eisini: Føroyska fólkatalið alsamt vaksandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald