Fyri fýra døgum síðan frættist, at tveir bretar vóru í lívsvanda, eftir at teir vóru blivin eitraðir við eitrinum Novichok, sum er sama eitur, ið fyrrverandi russiski njósnarin Sergej Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað við.
Talan var um ein 45 ára gamlan mann og eina 44 ára gamla kvinnu, sum vórðu funnin fáar kilometrar frá Salisbury, har Skripal varð funnin, í Amesbury.
44 ára gamla kvinnan, Dawn Sturgess, doyði í gjárkvøldið á sjúkrahúsinum, váttar bretska løgreglan.
- Tað eru sjokkerandi og tragisk tíðindi. Dawn leggur eina familju eftir seg, harímillum trý børn, og tankar og bønir okkara eru við teimum í hesari sváru tíð, segði Neil Basu, sum er leiðari av bretska anti-yvirgangsbólkinum.
45 ára gamli maðurin, sum varð innlagdur saman við Dawn Sturgess, er enn innlagdur á sjúkrahúsinum og er í hættisligum standi.
Tað er enn ikki greitt, hvussu lokala parið kom í samband við eitrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald