Uttanlands

Tveir bretar eitraðir við Novichok

Talan er um sama eitur, sum Sergej Skripal og dóttirin vórðu eitrað við

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-07-05 07:43 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tveir bretar eru í lívsvanda, eftir at teir eru blivin eitraðir við eitrinum Novichok, sum er sama eitur, ið fyrrverandi russiski njósnarin Sergej Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað við, upplýsir yvirgangsdeildin hjá bretsku løgregluni sambært tíðindastovuni Reuters. 

Talan er um ein 45 ára gamlan mann og eina 44 ára gamla kvinnu, sum vórðu funnin fáar kilometrar frá Salisbury, har Sergej Skripal og dóttir hansara vórðu funnin í mars mánaða. 

Yvirgangsdeildin hjá bretsku løgregluni kannar nú málið, men sambært Reuters er tað enn ikki greitt, hvussu og hví fólkini vórðu eitrað. Einki bendir á, at tey vórðu vald út og eitrað orsakað av nøkrum í teirra fortíð. 

Eiturálopið í mars elvdi til diplomatiska kreppu, tá Sergej Skripal og dóttirin vórðu funnin eitrað. Russland fekk skyldina fyri eiturálopið, men hevur afturvíst hesum fleiri ferðir.

Bretski innanríkisráðharrin sigur, at serligi tilbúgvingarbólkurin hjá stjórnini fer at umrøða støðuna á fundi seinni í dag. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder