Innanlands

Ungir dreingir spældu við eld

Tað var helst orsøkin til, at eldur kom í eitt neyst á Strondum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-21 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarnáttina varð boðað frá eldi í einum neysti á Langanesi á Strondum. Neystið brann í grund, og eftir at hava kannað staðið varð mett, at eldurin var ásettur.

Eftir at hava kannað málið nærri gjørdist greitt, at tað vóru nakrir ungir dreingir, sum høvdu spælt við eld inni í neystinum. Teir hildu seg hava sløkt alt, áðrenn teir fóru harfrá, men so var ikki.

Dreingirnir søgdu sjálvir foreldrunum frá, hvat teir høvdu gjørt, og tað er jaligt, at ungdómurin tekur ábyrgd á henda hátt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Dreingirnir eru undir 15 ár, so har verður eingin revsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder