Innanlands

Eftirlýsa bláan Suzuki

Bilurin skal vera stolin í Havn klokkan 17 í gjár. Hann er nú afturíafturkomin

Tað er ein bilur líknandi hesum, sum løgreglan leitar eftir (Mynd av netinum)

Tað er ein bilur líknandi hesum, sum løgreglan leitar eftir (Mynd av netinum)

2026-06-19 08:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 09:52: Bilurin er afturíafturkomin.

--

Løgreglan hevur sent út eftirlýsing eftir einum bili sum skal vera stolin í Havn seinnapartin í gjár. Um 17 tíðina í gjár.

Tað var ein maður sum fyrst helt, at kona hansara hevði lánt bilin, men soleiðis var ikki, og helst er talan um brúkstjóvarí, sigur løgreglan.

Talan er um ein bláan Suzuki Grand Vitara frá 2004. Nummarplátan er TA429.

Heitt verður á fólk, sum halda seg hava sæð bilin um at ringja til løgregluna á telefon 351448.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder