2018-12-28 09:56
2018 vísti seg at verða eitt sera keðiligt ár fyri Svøríki. 44 fólk eru skotin til deyðis nú árið nærkast endanum, og hetta er meiri enn nakrantíð fyrr.
Talið er eisini meiri enn tvífalt so stórt sum fyri sjey árum síðani. Í 2011 vórðu 17 svenskarar skotnir til deyðis. Seinasta árið vaks talið við 10 prosentum.
Nógv tey flestu, sum verða skotin til deyðis, eru við í bandaumhvørvinum í sosialt útsettu býarpørtunum í stórbýunum. Men eisini sæst, at drápini nú hava flutt seg út í smærri býir sum Uppsala og Eskilstuna, skrivar DR.
Tilsamans hava verið fleiri enn 300 skothendingar higartil í ár. 299 persónar eru handtiknir í samband við skothendingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald