Tann 1. januar í ár búðu 51.371 fólk í Føroyum. Hetta er ein vøkstur á 833 fólk frá í fjør.
Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar, skrivar Hagstova Føroya. Bæði í tali og lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og Eysturoyar sýslu við ávikavist 2,3 og 2,2%.
Í Tórshavnarøkinum búgva knappliga 20.000 fólk, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 447 fólk svarar til 51% av øllum fólkavøkstrinum.
Í Eysturoy búgva gott 11.500 fólk, ið er 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 253 fólk, svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Hinvegin búgva 6.151 fólk í Norðoyggjum, ið er 12% av fólkatalinum, og vøksturin her á 83 fólk svarar til 9% av øllum fólkavøkstrinum.
Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin og í Vága sýslu svarar vøksturin umleið til miðalvøksturin fyri alt landið.
Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við ávikast 0,9 og 0,4% prosentum.
Vøkstur norðanfjørðs og afturgongd sunnanfjørðs
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.
Kommunurnar: størsti vøkstur í miðstaðar, Eysturoyar og Vága kommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 495, Runavíkar við 94 og Klaksvíkar við 74. Síðani miðalstóru kommunurnar, Sunda við 46, Nes við 43, Sjóvar við 39, Eystur við 35, Vága við 29, Sørvágs við 26, Fuglafjarðar við 14 og Vestmanna við 7 fólkum.
Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Porkeris, Sumbiar, Viðareiðis, Eiðis, Kunoyar og Hovs kommunum.
Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs kommunu við 21 fólkum, við 7 í Hvalbiar og Skopunar, við 4 í Tvøroyrar og Kvívíkar, við 3 í Skálavíkar kommunu og í Húsavíkar kommunu við 2 fólkum.
Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum og stillstøða ella minking í 10. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.
Oyggjarnar: ymisk gongd í útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.
Av útoyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur í Nólsoy við 8 fólkum. Í Svínoy veksur við 1. Í Fugloy, Koltri, Skúvoy og Stóra Dímun er óbroytt, meðan tað minkar í Kalsoy (-6), Hestoy (-5) og Mykinesi (-2).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald