Hetta vikuskiftið verður skipað fyri fleiri tiltøkum í Danmark til minnis um Kim Larsen, ið andaðist síðsta vikiskifti, 72 ára gamal.
Millum annað varð skipað fyri minnisgongu í gjár í Keypmannahavn, Odense og Århus.
Uml. 30.000 fólk savnaðust í Keypmannahavn til minnisgonguna, sum byrjaði á Christianshavn og endaði á Nytorv/Gammeltorv.
Danska løgreglan hevði heitt á fólk um ikki at ganga við allan vegin til Nytorv/Gammeltorv, tí pláss ikki fór at vera fyri øllum. Kortini eydnaðist tiltakið væl, sigur umboð hjá donsku løgregluni við DR.
Í Odense savnaðust uml. 10.000 fólk til minnisgongu, og í Århus varð talið mett at vera uml. 5000.
Í morgin, sunnudagin verður skipað fyri ókeypis minniskonsert á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Konsertin, ið byrjar klokkan 18.30 føroyska tíð, verður eisini at síggja á DR1 og á heimasíðuni hjá DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald