Í gjár var samstarvssáttmáli millum Sjósavnið og Tórshavnar kommunu undirskrivaður. Sáttmálin inniber eina stuðulsavtalu á 450.000 kr., sum Tórshavnar kommuna hevur játtað Sjósavninum til eitt skipanaruppskot fyri einum nýggjum sjósavni á Argjum. Hetta skal liggja til grund fyri, at Sjósavnið fer undir at skaffa fígging frá grunnum v.m. til at fremja verkætlanina. Eisini bindur kommunan seg til at ráðgeva sjósavninum, umframt at lendið, har sjósavnið stendur, er kommunal ogn.
Sjósavnið hevur frá byrjan havt ætlanir um útbygging. Av ymsum orsøkum metir Sjósavnið, at tørvur er á útbygging, tí verandi hølismøguleikar eru avmarkandi fyri framsýningarnar. Ein trupulleiki er manglandi pláss fyri fleiri kørum, og ein annar trupulleiki er, at ymisk fiskasløg ikki trívast í sama kari. Við útbyggingini ynskir Sjósavnið á Argjum at gera rúm fyri størri djórasløgum s.s. hemara, og til tað krevjast risakør.
Innanlands
450.000 kr. til nýtt Sjósavn
Í gjár var samstarvssáttmáli millum Sjósavnið og Tórshavnar kommunu undirskrivaður
Mynd: Tórshavnar kommuna
2018-12-19 11:08
“Hetta vildi verið einastandandi í heimshøpi, tí ongastaðni í heiminum ber til at eygleiða hemara í kari”, siga stigtakarnir við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Eitt risakar hevði eisini givið rúm fyri bankatoski, risakalva og kópi.
Harafturat hevur Sjósavnið í hyggju at víðka um djórasløgini á savninum. Savnið eigur nevniliga eitt virðismikið savn av útstappaðum fuglum, ið ikki kunnu vísast fram vegna vantandi hølisumstøður. Hevði rúm verið fyri fuglasavninum eisini, kundu framsýningarnar styðja undir frálæru um sjógv og hav, sum Sjósavnið ynskir at gera rúm fyri.
Umframt nýggju framsýningar hevur savnið ætlanir um at innrætta undirvísingarhøli, royndarstovu, fundarhøli, høli til bát, bil og verkstað, skiftirúm við brúsu og stað at skola og turka, køk og kantinu/kafé.
“Við hesum hentleikum ber til reka náttúruskúla og skeiðvirksemi, og harafturat leiga hølini út til ymisk tiltøk. Eisini verður gjørligt at stuðla undir ymisk áhugafeløg, sum eitt nú Froskmannafelagið, Havsvimjarafelagið, Kajakfelagið Fuglafrøðifelagið o.o. Í hesum sambandið kann leggjast afturat, at Fiskaaling ynskir at gera samstarv við Sjósavnið um at skapa umstøður, til at gera ymsar karkanningar”, stendur at lesa um ætlanirnar við savninum.
Nýggja verkætlanin vil ætlandi skapa nakrar heilt nýggjar karmar fyri Sjósavnið, sum byrjaði sítt virksemi í 2007. Sjósavnið hevur øll árini hildið til í Rættargøtu á Argjum, og skal staðsetingin av nýggja sjósavninum varðveitast.
Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið eru høvuðsstuðlar hvat viðvíkur rakstrinum av sjósavninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald