Mentan

450.000 krónur til film hjá Sakaris Stórá

16 filmsverkætlanir hava fingið tilsamans 1,8 milliónir krónur í stuðli - í heyst verður ein líknandi upphædd aftur latin

2022-05-05 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

16 filmsverkætlanir fáa nú stuðul fyri tilsamans 1,8 milliónir krónur, upplýsir Uttanríkis- og mentamálaráðið.

31 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 5,9 milliónir krónur. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Last Paradise on Earth

Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450.000 krónur til spælifilmin “The Last Paradise on Earth eftir Sakaris Stórá.

Tað er søgen um ungan mannin Kára, sum arbeiðir á flakavirkinum í heimbygdini, og sum býr heima saman við pápanum og yngru systrini. Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama, síðan mamman doyði, og sorgarrakti pápin megnar ikki at taka sær av familjuni. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí flakavirkið er um at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum, og teimum umhvørvisbroytingunum, sum ávirka havið og fiskaríið runt oynna og landið. Tá pápi Kára fer aftur til skips, má Kári taka ábyrgdina við hús og taka sær av systur síni.

Hetta er ein filmur um at finna sítt pláss í lívinum, og tematisk verður komið inna á evni sum, hvussu umhvørvisbroytingar ávirka dagligdegin í okkara samfelag, og hvussu teir siðbundnu kynsleiklutirnir ikki altíð hava tað so lætt í einum moderniseraðum heimi.

Jónfinn Stenberg hevur fingið 175.000 krónur til ein novellufilm við arbeiðsheitinum “Meg minnist eina myndFilmurin viðger evnið “eftirmæli” og varpar ljós á, hvat ein letur eftir seg, tá ein fer úr hesum heimi. Tað er ein søga um, hvussu avgerðir verða raðfestar, og hvat ein stendur eftir við. Trongdin at seta sítt fingramerki á heimin kann vera sera stór.

Harumframt fingu hesar verkætlanir stuðul:

Torfinnur Jákupsson – Tinganes – 150.000
Ebba Malena Debess Thomsen – Lítla – 150.000
Felagið Føroysk Ross – Føroyska rossið – 150.000
Spf. Rógviper v/Rógva Rasmussen – Heartist – 150.000
Hugmynd v/Eir í Ólavsstovu – Abbi – 120.000
Turf Roof Produktions v/Hans Kr. Eyðunsson Hansen – Trøllini og huldugentan 75.000
Felisia Jógvansdóttir Helmsdal – Kom bara við – 75.000
Symphor Film v/Franklin Henriksen – Grímur Havreki – 75.000
Atli Brix Kamban – Storkur – 70.000
Spf. Rógviper v/Rógva Rasmussen – Rótfesti – 50.000
Helmsdal Media v/Gudmund Helmsdal – Vandaferð – 50.000
Mariann Sofiasdóttir – Nóra – 35.000
Terji Mohr – Perlan – 7.000
Terji Mohr – Sorgarbúnin – 6.500

Samlaða filmsjáttanin er 3,5 milliónir krónur. Næsta stuðulsumfar verður lýst í juli við freist 1. septembur 2022.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder