Innanlands

46 ára gamal fimm mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at buka eksdamuna

Harðligur í fleiri tímar móti kvinnuni. Maðurin skal gera 100 tímar av samfelagstænastu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-17 17:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 46 ára gamal maður var í dag dømdur fimm mánaðir treytaða fongsulsrevsing fyri harðskap móti fyrrverandi damu síni.

Tað skrivar tíðindasíðan in.fo í dag.

Hann var ákærdur fyri at hava sligið hana fleiri ferðir í andlitið og á kroppin, og fyri at hava hildið henni aftur ólógliga. Eisini var hann ákærdur fyri neyðtøkuroynd, men dómarin metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at hann ætlaði at neyðtaka kvinnuna. Hann bleiv kortini dømdur fyri blúnisbrot.

Eksdaman hjá manninum greiddi frá, at hann í fleiri tímar hevði verið harðligur. Trupulleikarnir komu, tá kvinnan hevði gjørt tað liðugt, men maðurin vildi tosa meira um tað. Og maðurin gjørdist púra frá sær sjálvum, tá hann sá samskifti á telefon hennara millum seg og ein annan mann.

46 ára gamli maðurin var dømdur at gera 100 tímar samfelagstænastu umframt, at hann ikki skal fremja nakað líknandi lógarbrot næsta árið. Eisini skal hann rinda kvinnuni 16.000 krónur í endurgjaldi, skrivar in.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder