2019-05-02 16:18
Í dag eru gott 461 milliónir krónur goldnar 31.913 fólkum í frítíðarløn. Hetta eru 32 milliónir og 1.354 fólk fleiri enn í fjør.
Tað skrivar Taks á heimasíðuni í dag.
Frítíðarlønin verður goldin á somu kontu sum seinast, um móttakarin ikki hevur boðað frá øðrum. Er eingin konta at flyta frítíðarlønina á, verður ein slippur sendur til tann, sum eigur lønina. Slippurin kann latast BankNordik, sum síðan rindar frítíðarlønina út. Er slippurin ikki innlatin innan eitt ár, fellur peningurin til Frítíðargrunnin.
Fríðtíðarlønin hjá tímaløntum er 12 prosent, og frítíðarlønin hjá mánaðarløntum er 1,5 av lønini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald