Tilsamans 48,8 prosent av elorkuframleiðsluni í 2018 stavaðu frá vatni og vindi. Hetta er ein lítil afturgongd sammett við undanfarnu tvey árini, tá meira enn helvtin av elframleiðsluni var grøn
Grøna elorkan var 48,8 prosent av samlaðu elframleiðsluni í 2018, og sostatt stavaðu 51,2 prosent frá oljuriknu verkunum. Vatnorkan stóð fyri 30,7 prosentum av elframleiðsluni í fjør, og tað er 2,6 prosentstig lægri sammett við 2017. Hinvegin var vindorkuframleiðslan tann hægsta nakrantíð í 2018, tá 18,1 prosent av elframleiðsluni komu frá vindorkuni. Í 2017 var lutfallið millum vatn- og vindorku ávikavist 33,3 og 17,8 prosent.
Vindmyllulundin í Húsahaga framleiddi 40 GWt í 2018, og tað er higartil mesta vindorkuframleiðsla í Húsahaga.
Orsøkin til niðurgongdina í vatnorkuframleiðsluni er bæði minni avfall í 2018 og frostbindingar fyrsta partin av árinum. Fyrstu fýra mánaðirnar í fjør regnaði minni, samstundis sum kuldi elvdi til frostbindingar í fleiri vikur, og sostatt rann einki vatn í byrgingarnar, tí regnið frysti í lendinum. Harumframt var serstakliga turt veður í seinnu helvt av mai og fyrru helvt av juni.
Nógv virksemi er í samfelagnum, og tí er áhaldandi stórur vøkstur í eftirspurninginum eftir elorku. Elframleiðslan øktist 5,3 prosent í 2018, tá SEV framleiddi 352 GWt, sum er tað mesta nakrantíð. Vøksturin í elframleiðsluni var tann sami í 2017, tá elframleiðslan var 334 GWt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald