Mentan

50 dansarar eksperimentera í summar

DansiEksperiment er í hesum døgum á Føroya Fólkaháskúla. Framsýning í Norðurlandahúsinum verður 24. juli og 25. juli

(Mynd: DansiEksperimentið)

(Mynd: DansiEksperimentið)

2019-07-16 22:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum eru 50 dansarar savnaðir á Føroya Fólkaháskúla, nú ársins DansiEksperiment er byrjað. 

DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar.

Saman við dugnaligum koreografum og í samspæli við aðrar listagreinar, skipa og skapa tey eina dygdargóða dansiframsýning, sum í ár verður framsýnd í Norðurlandahúsinum. 

Umframt føroysku dansararnar, hava tey fingið gestir bæði úr USA, Kanada, Norra og Danmark, og kunnu áskoðararnir vænta eina spennandi og fjølbroytta skrá tann 24. og 25. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder