Innanlands

500 børn fingið jólahjálp í ár

Barnabati fekk 270 umsóknir um jólahjálp í ár

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-12-26 19:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár var talið á umsóknum um jólahjálp størri enn í fjør.

Barnabati fekk í ár 270 umsóknir um jólahjálp. Tað eru 15 fleiri enn í fjør, tá 255 umsóknir komu inn. Árið fyri, í 2016, komu 300 umsóknir inn.

"Vit vónaðu, at tendensurin fór at halda fram, men 270 umsóknir í ár er enn ein minking samanborið við fyrrárið, so talan er ikki um ein so stóran vøkstur," sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, við in.fo.

500 børn fingu jólahjálp frá Barnabata í ár, meira enn í fjør, tá talið var 455.

Av teimum 270 umsóknunum, sum komu inn, vóru 12 prosent ikki játtaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder