Innanlands

500 hava nú skrivað undir

Nógv ynskja tvungið sóttarhald, men landsmyndugeikarnir ynskja hetta ikki

Tey sum hava fingið staðfest smittuna í seinastuni eru komin til landið stutt áðrenn

Tey sum hava fingið staðfest smittuna í seinastuni eru komin til landið stutt áðrenn

2020-04-29 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdi løgmaður Bárður á Steig Nielsen aftur greitt, at ætlanin er ikki at seta tvungið sóttarhald í verk, men at álit og ábyrgd framvegis eru lyklaorðini í føroyska koronastríðnum. '

Les meira:

Løgmaður vil ikki hava politistat

Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroyar, segði, eisini í Breddanum hjá Kringvarpinum í gjár, at um slíkt sum tvungið sóttarhald skal setast í verk, so skulu ymisk atlit takast, og so skal tað veruliga vera neyðugt.

Kjakið um tvungið sóttarhald hevur verið nógv frammi í seinastuni, serliga eftir at tað er kunngjørt, at teir tríggir koronatilburðirnir sum eru staðfestir í Føroyum í seinnu hálvu av apríl, hava tað til felags at talan er um persónar, ið eru komnir til landið stutt áðrenn. 

Sunnnudagin varð ein innsavnan á skrivunder.net sett í verk undir yvirskriftini: 
- Setið eina lóg í gildi, ið loyvir tvungnum sóttarhaldi, og avtakið familjuhaldið

Les eisini: Savna undirskriftir: Tvungið sóttarhald í gildi og familjusóttarhald úr gildi

Harvið er ynski í hesum førinum, at tey sum koma til landið skulu í sóttarhald, og tey ikki skulu vera saman við familjuni, meðan tey eru í sóttarhaldi.

Fyri stórum trimum samdøgrum síðani fór talið av fólki, ið høvdu skriva undir uppum 100. Í morgun er tað komið uppá 500. 
 
Les eisini: Illir føroyingar: Ov nógv sum einki leggja í tilmælini

Hósdagin klokkan 10 verður tíðindafundur, har løgmaður greiðir frá, hvussu samfelagið fer at lata upp aftur mánadagin 4. mai. Tá verður eisini kunngjørt hvussu portrini til Føroya verða strammaði upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder