Mentan

50.000 krónur til Fríðbjørg Hammer

- Eg sigi takk fyri. Annars endi eg við at sita eftir við 10.000 krónum

2019-11-22 20:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í kvøld var nógv uppá spæl í Gekkinum. 1.500.000 krónur vóru í pottinum, og Fríðbjørg Hammer kom ígjøgnum í fjórða spæli við fullari plátu.

Hon valdi at deila upphæddina í trý, tað vil siga 500.000 krónur í hvønn leyp, og størri møguleiki fyri at vinna.

Tað kom tó ongantíð so langt. Í fyrsta snari lendi Fríðbjørg Hammer á 10.000 krónum, og av tí at upphæddin varð faldað við fimm, sat hon eftir við 50.000 krónum.

- Eg sigi takk fyri. Annars endi eg við at sita eftir við 10.000 krónum, segði Fríðbjørg sum sat og spældi gekk við soninum í kvøld og gjørdist 50.000 krónur ríkari.

Gekkaupphæddin næsta fríggjakvøld er 1.650.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder