placeholder
Uttanlands

51 fólk í Suðurkorea hava fingið staðfest koronavirus fyri aðru ferð

Vórðu staðfest sjúk eftir at hava verið í sóttarhaldi - tey eru tó ikki smittaði aftur, meta serfrøðingar

Heilsmyndugleikar í Suðurkorea siga, at tað tykist sum um, at virusið er vorðið virkið aftur í kyknunum.

Heilsmyndugleikar í Suðurkorea siga, at tað tykist sum um, at virusið er vorðið virkið aftur í kyknunum.

2020-04-07 19:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spurningurin um ein kann fáa koronavirus aftur, eftir at ein hevur havt tað, hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Svarið frá serkønum og heilsumyndugleikunum her á landi og uttanlanda hevur verið, at tað ov tíðliga at siga.

Les meira: Gaini: Óvist um smittað gerast mótstøðufør

Í Suðurkorea eru nú fleiri dømi um, at tað ber til fáa staðfest koronavirus meira ein eina ferð, hóast tað er nakað av tíð ímillum kanningarnar. Danska TV2 og fleiri altjóða miðlar skriva, at 51 persónar hava fingið staðfest smittuna fyri aðru ferð.  

Felags fyri hesar persónarnar er, at teir høvdu fingið staðfest smittuna, høvdu verið í sóttarhaldi og vórðu síðani staðfest frískir eftir tvær ymiskar kanningar við 24-tíma millumbili, ið báðar vóru negativar.

Tey 51 fólkini eru tó síðani kannaði aftur, og hesaferð vísti kanningin: Positiv. 

Heilsumyndugleikar í Suðurkorea eru rímiliga vísir í, at tey ikki eru smittaði aftur, tí kanningar vórðu tiknar so stutt eftir, at fólkini vórðu leysgivin úr sóttarhaldinum, ið tey høvdu verið í alla sjúkratíðina. Heldur tykist talan at vera um, at virusið er vorðið virkið aftur í kyknunum.

Ein serfrøðingur innan smittusjúkur í Suðurkorea sigur, at støðið á virusinum kann falla og fara uppaftur, og at virusið kann vera fjalt í kyknunum uttan at vera virkið. Síðani kann tað leypa á andagøgnini, um tað gerst virkið. Tað er so at siga vissa um, at koronavirusið kann liva í kroppinum í áleið 20 dagar.

Nú fara fleri granskarar til Daegu og Gyeongsang-landslutirnar, har sjúklingarnir koma frá, fyri at gera ymiskar neyvari kanningar.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder