![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Hagstovan boðar frá, at fólkatalið var 51.999 tann 1. nov. Sostatt er tað vaksið við 806 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið: frá 1. nov. 2018 til 1. nov. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%.
Burðaravlopið er 272, og nettotilflytingin er á 534. Í heyst fór fólkatalið eitt sindur niður, tí nógv ung fóru av landinum í lestrarørindum.
Sí øll hagtølini í hesum sambandi á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Tá hugt verður eftir, hvar vøksturin er fólkavøksturin ójavnur út um landið. Vøksturin í høvuðsstaðarøkinum er størstur í vavi, men tað er í Eysturoynni og Vágum, at hann er utfalsliga størstur. Í Streymoynni og í Norðuroyggjum er hann minni, í Suðuroy lítil, og ongin í Sandoy.
Fólkatalið hevur verið vaksandi síðani ársskiftið 2013/14, og nú eru 4.000 fólk fleiri búsitandi í Føroyum. Umleið 70 fólk verða løgd afturat mánaðarliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald