Uttanlands

540 milliónir dollarar komnar inn til valstríðið hjá Harris

Síðan 21. juli, tá Biden tók seg úr valstríðnum, eru tað, sum svarar til 3,6 milliardir krónur komnar inn til valstríðið hjá Kamalu Harris

Kamala Harris varaforseti (Mynd: EPA)

Kamala Harris varaforseti (Mynd: EPA)

2024-08-25 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan amerikanski forsetin Joe Biden tók seg úr valstríðnum, hevur nýggja forsetavalevnið hjá demokratunum, varaforsetin Kamala Harris savnað inn yvir 540 milliónir dollarar til valstríðið.

Tað svarar til 3,6 milliardir í okkara krónum.

Av innsavnaða peninginum vórðu 82 milliónir dollarar (546 milliónir krónur) savnaðar inn undir landsfundinum hjá Demokratunum, sum hevur verið hesa vikuna, sigur umboð fyri valstríðið hjá Harris sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað var 21. juli, at Biden boðaði frá, at hann tók seg úr valstríðnum, og at hann stuðlaði Kamalu Harris sum forsetavalevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder