Innanlands

54.255 fólk búðu í Føroyum við ársskifti

Hetta er met. Í fjør vaks fólkatalið við 678 fólkum - tað er ein vøkstur á 1,3 prosent. Tað er nettoflytingin, ið ger størsta munin rætta vegin

Nes kommuna var ein av teimum við størst fólkavøkstri í fjør. Har er fólkatalið fyri fyrstu ferð farið upp um 1.500, og sostatt kann bygdaráðið í Nes kommunu nú kalla seg fyri býráð -  nú eru níggju kommunur í Føroyum við fleiri enn 1.500 íbúgvum (Mynd: hagstova.fo)

Nes kommuna var ein av teimum við størst fólkavøkstri í fjør. Har er fólkatalið fyri fyrstu ferð farið upp um 1.500, og sostatt kann bygdaráðið í Nes kommunu nú kalla seg fyri býráð - nú eru níggju kommunur í Føroyum við fleiri enn 1.500 íbúgvum (Mynd: hagstova.fo)

2023-02-10 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin er ein vøkstur í nettoflytingini, sum í stóran mun vigar upp ímóti hesum.

Hetta staðfestir Hagstovan í dag, í samband við at at fólkatalið fyri desember - og harvið samlað fyri alt 2022 - endalig er gjørt upp.

Tað kann millum annað staðfestast, at nettoflytingin -  sum er munurin á tilflyting og fráflyting - ger stóran mun. Nettoflytingin vigar eisini upp ímóti broytingini í burðaravlopinum.

- Hóast lutfalsligi fólkavøksturin er tann sami sum í 2021, so er lutfallið millum burðaravlopið og nettoflytingina broytt. Tá stavaði ein triðingur av fólkavøkstrinum frá burðaravlopinum og tveir triðingar frá nettoflytingini. Skiftið í lutfallinum kemur av, at samstundis sum burðaravlopið minkaði í 2022, vaks nettoflytingin. Burðaravlopið minkaði, tí færri føddust og fleiri doyðu enn í 2021. Nettoflytingin vaks, tí vøksturin í tilflytingini var størri enn vøksturin í fráflytingini. 

Eisini vísir Hagstovan á, at fráflytingin er støðug, men ikki størri enn tilflytingin. Hon hevur verið javnt vaksandi síðani síðst í 2020 og er vaksin nakað meiri enn fráflytingin. Nú flyta í miðal 165 fólk til Føroya mánaðarliga. 

[object Object]

[object Object]
Myndir: Hagstova Føroya

54.255 fólk búðu í Føroyum 1. januar 2023. Tað er met, og merkir hetta at fólkatalið í fjør vaks við 678 fólkum - tað er ein vøkstur á 1,3 prosent.  

Á heimasíðuni hjá Hagstovuni ber til at síggja meira um lutfallið millum fødd og deyð, og eisini eitt yvirlit yvir fólkatal og mun í ymsu kommununum. Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 1.500. Sostatt kann bygdaráðið í Nes kommunu nú kalla seg fyri býráð, og nú eru níggju kommunur í Føroyum við fleiri enn 1.500 íbúgvum. 

Í níggju út av 29 kommunum minkaði fólkatalið.

[object Object]
Samlaða gongdin í fólktatalinum (Mynd: Hagstova Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder