Innanlands

55.000 IS-stríðsfólk og familjur teirra afturhildin

ST sigur at stríðsfólkini og familjur teirra eiga at verða senda heim

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-24 13:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

55.000 stríðsfólk fyri Islamiska Statin og familjur teirra verða í løtuni afturhildin í Sýria og Irak. Og hesi eiga at verða send heimaftur, uttan so at tey verða rættarsøkt.

Hetta sigur hásendiharri hjá Sameindu Tjóðum í mannarættindamálum, Michelle Bachelet, sambært Reuters.

Samstundis sum Bachelet mælir til at hesi fólkini verða send heim, hevur Avstralia tikið stig til at børnini hjá dripnum IS-stríðsfólkum sleppa heim. Higartil eru átta børn, sum vóru í flóttafólkalegu í Sýria, heintaði. Børnini verða væntandi skjótt aftur í Avstralia.

Forsætisráðharrin í Avstralia, Scott Morrison, sigur at børnini eiga ikki at verða revsaði fyri brotsgerðirnar hjá foreldrunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder