Innanlands

56 dagstovnapláss afturat í Tórshavn

Tórshavnar býráð hevur samtykt nýggjan fyribils dagsstovn í Hoydølum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-04-25 14:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Býráðið í Tórshavn samtykti í gjárkvøldið, at 56 nýggj dagsstovnapláss verða skipað á einum fyribils dagstovni í Hoydølum.

Barnatalið í Tórshavnar kommunu veksur skjótt og hetta merkir eisini, at tørvur er á fleiri dagstovnaplássum. 

Í løtuni eru tríggjar vøggustovur í lonunum í Hoydølum. Tær eru tengdar at ávikavist Býlingshúsinum inni á Gøtu og Býlingshúsinum í Maritugøtu. Hesir stovnar verða í løtuni útbygdir, og so skjótt hesar útbyggingar eru lidnar, flyta børnini og starvsfólkini aftur í teirra stovnar. Hetta verður væntandi í summarfrítíðini í seinasta lagi. 

Tá ið vøggustovurnar flyta út aftur úr lonunum í Hoydølum, verður nýggjur fyribils dagstovnur stovnsettur við egnum rakstrarstaði, skrivar Tórshavnar kommuna.

Nýggju plássini verða boðin út í bíleggingarskipanini BARN í næstum. Tórshavnar kommuna kunnar nærri um, nær nýggju plássini verða boðin út. Áðrenn hetta verður gjørt, skal stovnurin mannast við starvsfólkum. 

Í fyrstu atløgu verða 36 vøggustovupláss (3 stovur) og 20 barnagarðspláss (1 stova) á nýggja fyribils dagstovninum. Eftir ætlan fara børnini at ganga á stovninum frá 1. august 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder