Fyri løtu síðani fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, handað 575 undirskriftir frá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum. Tað skrivar KVF.fo.
50 fólk møttu á heilsumálaráðnum at handa undirskriftirnar. Tað var Bjarni á Steig, yvirlækni, sum handaði landsstýriskvinnuni skrivið.
Starvsfólkini á LS mótmæla skiftandi og óstøðugi leiðsluni á landssjúkrahúsinum. Mótmælisskrivið var lagt fram í starvsfólkarúm í síðstu viku, eftir at Jónis Erik Køtlum segði seg úr starvi sum sjúkrahússtjóri.
Les eisini: Starvsfólkini á LS mótmæla skiftandi leiðslu
- Tað hevur ikki eydnast at fáa Heilsu- og Innlendismálaráðið og politisku skipanina sum heild at skilja, hvør veruligi tørvurin er. Við hesi innsavning vilja vit stuðla J.E. Køtlum í, at tað hevur verið trupult at verða hoyrdur, stendur í skrivinum, áðrenn ein innilig áheitan kemur til Heilsu- og Innlendismálaráðið stóð millum annað í skrivinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald