Innanlands

Seks av sjey stilla upp til Fólkatingsvalið

Miðflokkurin tekur avgerð um uppstilling seinni í vikuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-07 15:38 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað er líkt til at allir føroysku flokkarnir stilla upp til fólkatingsvalið. Miðflokkurin er tann einasti flokkurin, sum ikki hevur tikið endaliga støðu til, um hann stillar upp, men flokkurin hevur stillað upp seinastu árini. Í sambandi við viðgerð av uppskotinum at avtaka føroysku fólkatingssessirnar, segði Jenis av Rana eisini við Portalin, at Fólkatingið var ein góður pallur at boða frá boðskapinum hjá flokkinum. Tí er undarligt, um flokkurin velur ikki at stilla upp. 

Poul Michelsen váttar umvegis telefon, at Framsókn stillar upp til fólkatingsvalið. Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á Jógvani Skorheim, men Poul Jákup Poulsen, landsnevndarformaðurin hjá Sjálvstýri váttar, at flokkurin stillar upp til fólkatingsvalið. 

Allir teir stóru flokkarnir stilla upp til Fólkatingsvalið. Tjóðveldi samtykti 21. februar í ár at stilla upp til fólkatingsval. Viðtøkurnar hjá flokkinum áseta, at eykafloksting skal taka støðu til, hvørt flokkurin stillar upp til onnur val enn løgtings- ella kommunuval. 

Framtakið stillar ikki upp til fólkatingsvalið. Tað váttar Arnfinn á Birtuni umvegis telefon. Hann sigur, at tað ikki ber til at stilla upp til fólkatinsval sum nýggjur flokkur í Føroyum. Flokkurin hevur fingið at vita, at tað einans eru flokkar, sum eru valdir í løgtingið ella einstaklingar á uttanflokkalistum, sum kunnu stilla upp til fólkatingsval. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder