Innanlands

60 donsk løgreglufólk við Atlantsflogi til Nuuk

Tey skulu hjálpa grønlendsku løgreglini at tryggja frið í sambandi við amerikanska vitjan seinni í vikuni

(Mynd: Sermitsiaq.af)

(Mynd: Sermitsiaq.af)

2025-03-23 18:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin lendi eitt flogfar hjá Atlantic Airways í grønlendska høvuðsstaðnum við 60 trygdarfólkum, løgreglufólkum og løgregluhundum.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Styrkurin er sendur úr Danmark orsakað av, at Usha Vance, sum er kona amerikanska varaforsetan, kemur á vitjan í Grønlandi hósdagin til leygardagin. Hon skal millum annað til stóru árligu hundasletukappingina.

Politistaliðið úr Danmark skal hjálpa løgregluni í Grønlandi at tryggja frið í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder