Innanlands

60 pluss aftur á skránni í Nesvík

Tiltakið var fyri fyrstu ferð á skránni í 2015 og var vælumtókt men hevur av ymiskum orsøkum ikki verið á skránni seinastu árini. Seinasta freist at melda til tiltakið, ið verður 25. mars, er eina viku frammaundan

2023-02-15 20:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiltakið 60 + var fyrstu ferð í Nesvík 2015, og áhugin er bara vaksin síðani tá. Tó eru nú trý ár síðani at tiltakið hevur verið seinast.

Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari, í samband at dagurin fyri tey, sum eru yvir 60 ár, aftur verður á skránni. Koronufarsóttin hevur lagt meinbogar í vegin seinastu árini, men leygardagin 25. mars lata dyrnar upp í leguhúsinum 

- 60+ er ein hugnaligur og uppbyggjandi dagur, fyri tey, sum eru 60 ár og eldri. Dagurin er fyltur við áhugaverdum frásøgnum, góðum felagssangi, lekkrum mati og pausum, har man kann hugna sær saman.

Um skránna skrivar trubodin.fo:

- Byrjað verður klokkan 9.30 við morgunbita. Klokkan 10.15 er ein andakt umframt bøn og sangur. Klokkan 11.00 er áhugatími við Elsu og Róland í Skorini við evninum “Ísrael – Glottar í søguni. Trúgv í líðing – ljós í myrkri". Aftaná døgurða koma fólk at greiða frá hendingum í lívinum. Klokkan 15.30 verður aftur felagssangur og tiltakið endar klokkan 16.00.

Øll skráin sæst á trubodin.fo

Tað er avmarkað pláss. Tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding ella við at ringja til 470000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder