Innanlands

60 stór ferðamannaskipini vitja Havnina í ár

Fyrsta ferðamannaskipið verður á Havnini 18. mars

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-12 06:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyribils hava 60 stór ferðamannaskip boðað frá vitjan á Havnini í ár. Tað vísir listi, sum Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt á heimasíðu síni.

Fyrsta ferðamannaskipið á Havnini í ár verður Astoria, sum leggur at tann 18. mars. Astoria kemur úr Reykjavík og siglir víðari til Lerwick.

Seinasta ferðamannaskipið á Havnini í ár verður somuleiðis Astoria, sum tá kemur úr Hull í Onglandi og er á veg til Reykjavíkar.

Sí allan listan her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder