Innanlands

6000 harur skotnar í fjør

14 prosent fleiri enn í 2018

2020-01-29 17:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú endaspurturin er farin í gongd við innsavning av harutølunum, eru 5.878 harur skrásettar at vera skotnar á 809 túrum kring landið. Hetta er gott 700 harur, ella 14%, fleiri enn í 2018, tá samlaða talið var 5.136 harur, sum vórðu skotnar í 749 túrum í 281 høgum.

[object Object]

Tað eru átta ár síðani, at farið varð undir at skráseta, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Hesi árini hevur veiðan verið millum 3.000 og 9.000 haru hvørt árið. Í miðal hevur veiðan verið 5.800 harur. 2019 var sostatt eitt miðal ár til haru.

Úrslitið er higartil skrásett frá 302 høgum, men enn mangla tøl frá nøkrum høgum.

Eyðfinn Magnussen sum tekur sær av skrásetingini heitir á harumenn um at skráseta sínar túrar á haran.fo. Eisini ber til at ringja á telefon 265831 fyri at fáa túrar skrásettar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder