Haruveiðan í ár sær út til at hava verið miðal. Sum kunnugt endaði vertíðin fyri haruskjóting gamlaárskvøld, og higartil eru skrásettar 6.239 skotnar harur. Tað er beint undir miðal fyri seinastu 10 árini, sum er 6.390 harur.
Eyðfinn Magnusen, sum savnar inn hagtøl frá haruveiðifólkunum, byggir sína gransking á, at veiðifólkini sjálvboðin skráseta talið av harum tey hava skotið.
Nú bara ein fimm daga eru eftir til at skráseta haruveiðuna fyri 2022, er samlaða talið komið upp á 6.239 harur, sum eru skrásettar at verða skotnar á 640 túrum í 246 høgum kring landið, greiðir Eyðfinn frá í tíðindafráboðan.
Á stabbamyndin sæst samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2021. í miðal hevur veiðan hesi átta árini verið 6.390 harur um árið. 2022 sær sostatt út til at fara at vera eitt miðal ár til haru.
Freistin at lata hagtølini inn er sett til sunnukvøldið 15. januar. So verður farið undir at skriva frágreiðingina um haruveiðuna í Føroyum í 2022.
Men tað eru nógvir hagar eftir, har einki er skrásett. Áheitanin frá Eyðfinni Magnussen er tí at gera hetta.
-
Á kortunum sæst, hvat er skrásett higartil. Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett. Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes, er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil. Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald