Tað vóru 626 nýggir føroyingar bornir í heim í fjør, og øll uttan ein vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum.
Hetta skrivar Landssjúkrahúsið, sum hevur gjørt tølini upp, í dag. Har verður millum annað staðfest, at færri børn vórðu fødd enn árið fyri.
- Nú hava hugt eftir hagtølunum fyri børnini, sum komu í verðina í 2022. Samanborið við árið fyri, so vórðu eitt vet færri børn fødd í Føroyum í fjør enn í 2021, tá tey vóru 678 í tali.
Í mun til kyn var so at siga eingin munur: 318 dreingir vórðu føddir í Føroyum í fjør og 307 gentur. Eitt sum var heldur óvanligt var, at heili 12 tvíburðapør vórðu í 2022.
Tað er væl kent, at føroysku børnini hava góða vekt, skrivar Landssjúkrahúsið, og soleiðis var eisini í fjør
- Miðalvektin fyri børnini hjá teimum, ið áttu fyrstu ferð, var 3640 gram. Hjá teimum, sum høvdu átt áður var miðalvekin hjá børnunum 3774 gram. Umleið triðjahvørt barn vigaði í 2022 meira enn fýra kilo við barnsburð og seks prosent vigaður 4,5 kilo ella meira.
Samanlagt vóru tað 175 mammur, sum fingu sítt fyrsta barn í 2022. Miðalaldurin hjá teimum var 27,15 ár. 209 fingu sítt annað barn, 175 sítt triðja og hjá 48 mammum var talan um fjórða barnið.
Tá eitt barn verður føtt, kunnu foreldrini seta eina nál á føðitalvuna, sum hongur í gongini á føðideildini, og talvan frá í fjør sæst á myndini ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald