Innanlands

628 kvinnur í Føroyum gjørdust mammur í fjør

Yvir 200 av teimum gjørdust mammur á fyrsta sinni. Mammudagur er í dag

2026-05-10 12:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mammudagur er í dag, og í tí sambandi kemur Hagstovan við nøkrum lyklatølum.

Í fjør fingu 628 kvinnur í Føroyum 635 børn, og yvir 200 av teimum gjørdust mammur á fyrsta sinni.

Hesar vóru í miðal 28,5 ára gamlar. Í 1995 vóru tær 24,8 ára gamlar í miðal.

Fleiri enn 200 kvinnur gjørdust mammur fyri aðru ferð. Tær vóru í miðal 31,5 ára gamlar. Í 1995 var miðalaldurin á teimum 28,6 ár.

Samstundis sum kvinnur eru eldri, tá tær fáa børn, er tíðin millum fyrsta og annað barnið stytt nakað

Nú eru tað í miðal 4 ár ímillum fyrsta og annað barn, meðan tað í 1995 vóru 4,7 ár ímillum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder