2026-01-12 15:37
Í fjør vórðu 629 børn fødd í Føroyum.
Sambært Landssjúkrahúsinum var hetta annað árið á rað, at talið á børnum, sum vórðu fødd í Føroyum, hækkaði.
Í 2024 vórðu 586 børn fødd, meðan einans 574 børn vórðu fødd í 2023. Talið hevði tá verið minkandi síðani 2021, tá 685 børn vórðu fødd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald