Innanlands

62N longt og útvíðkað samstarvið við Krabbameinsfelagið

Síðan 2017 hevur Krabbameinsfelagið fingið stuðul, hvørjaferð ein fyritøka ella stovnur keypir ferðaseðil frá 62N vinnu. Samstarvið er nú endurnýggjað til 2021.

Frá vinstru, Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum, Brian Nielsen, deildarleiðari á 62°N Vinna og Bergur Thomsen, stjóri á 62°N (Mynd: Krabbameinsfelagið)

Frá vinstru, Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum, Brian Nielsen, deildarleiðari á 62°N Vinna og Bergur Thomsen, stjóri á 62°N (Mynd: Krabbameinsfelagið)

2019-05-31 18:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 2017 hevur 62°N vinna stuðlað Krabbameinsfelagnum, soleiðis at hvørja ferð ein fyritøka ella stovnur keypir ferðseðil frá 62°N vinnu, fær Krabbameinsfelagið stuðul. Ferðaseðilin kostar ikki nakað eyka fyri tann sum bíleggur, men er hetta ein stuðul sum 62°N vinna letur. Samstarvið er nú endurnýggjað og longt til 2021, skrivar Krabbameinsfelagið á heimasíðuna.

Harafturat hevur 62°N víðkað samstarvið við Krabbameinsfelagið, soleiðis at tey, sum leiga bil frá 62°N car rental, kunnu stuðla Krabbameinsfelagnum, tá ið tey bíleggja bilin á heimasíðuni hjá 62°N. Tey kunnu lata 50 krónur, 150 krónur ella 300  krónur.

Stuðulin er markaður at hjálpa børnum, ið hava foreldur, ið eru sjúk av krabbameini.

- Vit í Krabbameinsfelagnum eru sera fegin um stuðulin og samstarvið við vinnudeildina hjá 62°N og 62°N car rental. Inntøkurnar hjá Krabbameinsfelagnum eru í høvuðsheitum limagjald, gávur frá einstaklingum og feløgum. Jú fleiri stuðla, betur fáa vit hjálpt. Vit fáa hjálpt teimum, sum hava ella hava havt krabbamein, og teimum sum varða av, umframt eisini stuðlað teimum, sum granska, soleiðis at krabbameinsgátan einaferð kann verða loyst, skrivar Krabbameinsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder