Í gjár vórðu valevnislistarnir til fólkatingsvalið, sum verður 5. juni, latnir valnevndini. Freistin at lata inn listarnir var klokkan 18 í gjárkvøldið.
Nú er greitt, at 63 føroyingar stilla upp úr seks flokkum.
Allir flokkar, sum hava umboð á løgtingi í løtuni, stilla upp, uttan Miðflokkurin.
Teir flokkarnir, sum hava flest valevni eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum hava 15 valevni hvør. Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava 13 valevni hvør, og Framsókn hevur 6 valevni, meðan Sjálvstýri hevur eitt.
Sambært Kringvarpinum er talan um tilsamans 26 kvinnur og 37 menn.
Kynsbýtið í ymsu flokkunum sær soleiðis út:
Fólkaflokkurin 3 kvinnur og 10 menn
Sambandsflokkurin 5 kvinnur og 10 menn
Javnaðarflokkurin 7 kvinnur og 8 menn
Sjálvstýri 1 maður
Tjóðveldi 8 kvinnur og 5 menn
Framsókn 3 kvinnur og 3 menn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald