Innanlands

680 børn fødd í 2018

343 vóru dreingir og 337 gentur. Samlað talið er eitt vet hægri enn í 2017

Mynd: Landssjúkrahúsið

Mynd: Landssjúkrahúsið

2019-01-04 06:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tilsamans 680 børn vóru fødd í Føroyum í 2018. 343 vóru dreingir og 337 gentir. 

Tað skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Mest var at gera á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í mai mánað, tá 74 børn vóru fødd, og minst var í februar, tá 39 børn vóru fødd.

Onki barn var føtt nýggjársaftan, og fyrsta barnið í 2019 kom í verðina 1. januar. Tað var ein drongur.
 
Samlaða talið fyri 2018 er eitt vet hægri enn í 2017, tá 656 børn vóru fødd í Føroyum, sigur Landssjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder